Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Eitt skrivstovuhøli ynskist til leigu í Tórshavn

Eitt minni høli ynskist til leigu í Tórshavn. Ring 281376

Sethús og jørð til sølu

Vit hava sethús og hagapartar til sølu. Sí meiri, www.bkv.fo

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Manglar tú eina kreativa og brúkaravinarliga heimasíðu. www.appnet.fo




Brandur Sandoy næstformaður í útnorður-tingnevnd





Tingnevndin hjá Útnorður-ráðnum, ið umsitur Hoyvíkssáttmálan, hevur valt nýggjan formansskap.

Á nevndarfundi í Sandoynni fyrrapartin varð íslendski altingslimurin, Unnur Brá Konráðsdóttir, vald til nýggjan formann og løgtingslimurin, Brandur Sandoy, til nýggjan næstformann.

Á fundinum vórðu møguleikarnir fyri grønlendskari luttøku í Hoyvíkssáttmálanum umrøddir. Avgjørt varð at kanna fyrimunir og vansar hjá Grønlandi av at vera við og taka málið upp aftur á næsta nevndarfundi, sum verður í Íslandi í september.

Nýggi formaðurin

Unnur Brá Konráðsdóttir hevur verið limur í Altinginum síðani 2009. Hon var limur í altingsins formansskapi frá 2009 til 2013. Hon er formaður í Útnorðurráðnum.

Tingnevndin, ið umsitur Hoyvíkssáttmálan, varð skipað í 2011 við 6 tinglimum úr ávikavist Føroyum og Íslandi. Grønlendska landstingið hevur við seks limum eygleiðarastøðu í nevndini við talurætti.

Uppgávan hjá tingnevndini er sambært Hoyvíkssáttmálanum at umrøða, hvussu hann skal mennast og skipast, umframt møguliga at mæla til broytingar og ábøtur av sáttmálanum.

Skipaður í 2006

Hoyvíkssáttmálin millum Ísland og Føroyar varð skipaður í 2006. Sáttmálin er tann mest umfatandi sáttmálin, sum Ísland og Føroyar hava við onnur lond.

Sáttmálin ber í sær, at londini í roynd og veru eru ein felags marknaður. Sáttmálin tryggjar fríari ferðslu av vørum, tænastuveitingum, kapitali og persónum umframt samstarv á fleiri økjum, sum útbúgving, gransking, mentan v.m.

Føroyar og Ísland hava eina langa søgu fyri samhandli við vørum, og áðrenn samtyktina av Hoyvíkssáttmálanum var longu ein samstarvsavtala millum londini, har tollur á handli við øllum ídnaðarvørum og fiskavørum varð strikaður.

© Leivur Hansen - Sandoyarportalurin
Mest lisið