Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Betri og smidligari barsilsskipan við pápakvotu







Tjóðveldi hevur lagt fyri Løgtingið uppskot um at leingja barnsburðarfarloyvið, gera skipanina munandi meira smidliga, og marka part av løntu farloyvistíðini til páparnar. Í stuttum eru broytingar, skotið verður upp at gera, hesar:

• Lønta barnsburðarfarloyvið verður longt við 8 vikum, úr 34 uppí í 42 vikur.

• Av longda farloyvinum verða 4 vikur markaðar pápanum, sum við hesum fær 6 vikur, sum hann eigur einsamallur, saman við barninum.

• Mamman hevur framvegis 14 vikur, sum eru markaðar henni.

• Foreldrini gera sjálvi av, hvussu tey býta restina av løntu barsilskvotuni sínamillum.

• Partur av farloyvinum (aftaná 14 vikur) kann skipast sum barsilskvota yvir tvey ár.

• Brúk av barsilskvotu aftaná 52 vikur, krevur avtalu við arbeiðsgevara.

• Tvíbura og tríburaforeldur, fáa 4 vikur eyka fyri hvørt barnið.

• Støk foreldur fáa fulla kvotu – 42 vikur við løn.

• Fyri foreldur, sum ættleiða, verður barburðarfarloyvið longt samsvarandi.

• Kunngerðarheimild letur upp fyri møguleikanum, at lesandi í framtíðini kunnu verða fevnd av barsilsskipanini.

Ein góð og smidlig barsilsskipan er avgerandi táttur, tá ræður um at eggja familjum at virka, liva og eiga síni børn heima í Føroyum. Oftani er tað har, sum børnini koma í verðina, at familjurnar festa røtur. Uppskotið er ein beinleiðis liður í strembanini at venda skeivu gongdini, har alsamt færri børn verða fødd, og færri barnafamiljur flyta heim Føroya. Neyðugt er, at okkara barsilsskipan áhaldandi gerst betri og meira kappingarfør við líknandi skipanir í okkara grannalondum. Uppskotið skal síggjast sum ein liður í at leingja skipanina uppí eitt ár.

Við hesum verður skipanin eisini gjørd munandi meira smidlig. Familjurnar fáa nú størri møguleika at skraddaraseyma farloyvið til teirra egna tørv, so tær lættari kunnu fáa gerandisdagin og fíggjarviðurskiftini í familjuni at hanga best saman.

Við hesum broytingum verður barnið sett í miðdepilin, við tað at grundarlagið fyri at foreldrini kunnu vera longri heima hjá barninum, verður styrkt munandi. Barnið hevur tørv á og rætt til umsorgan frá báðum foreldrum. Tí verður partur av løntu barsilskvotuni markað pápanum.

Í november 2012 løgdu undirritaðu tingkvinnur eitt líknandi uppskot fyri Løgtingið. Á vári 2013 kom álitið um fólkavøkstur, sum mælir til stórt sæð somu batar á barsilsskipanina, sum her verður skotið upp. Vit meta, at tað hevur skund at fáa bøtt um skipanina. Í fleiri ár hevur landið tikið meira pengar inn, enn barsilskipanin kostar. Tí er fíggjarligt rásarúm fyri at gera skipanina betri.

Bjørt Samuelsen og Sirið Stenberg tingkvinnur, Tjóðveldi

© Terji Dalsgaard - Sandoyarportalurin
Mest lisið