Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Bátaeigarin mátti leypa í havið av brennandi báti





Tað eydnaðist at bjarga einum manni úr sjónum sum mátti leypa í havið eftir at eldur kom í bát hansara uttanfyri Hanstholm fríggjadagin.

Útróðrarbáturin var staddur á einar 10 til 15 kilometrar norðanfyri Hanstholm, skriva danskar netsíður. Eldurin festi í stýrhúsið. Eigarin, sum var einsamallur umborð bað um hjálp, og leyp síðani í havið, tí har var einki at gera skuldi hann koma undan lívinum.

Tveir bjargingarbátar úr Hanstholm fóru út til logandi bátin og tóku mannin upp. Síðani kom tyrla út til bjargingarbátin og flutti mannin til sjúkrahúsið í Aalborg og síðani varð farið at sløkkja eldin og sleipa bátin til Hanstholm.

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Mest lisið