Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Avgjaldspolitikkurin orsøkin til høga prísstøðið í Føroyum





Handilsvinnufelagið, sum er vinnugreinafelagið fyri fyritøkur í føroysku handilsvinnuni, hevur einki ímóti, at prísstøðið í Føroyum verður kannað.

Tað ger formaðurin í felagnum, Tummas Hanus Dam, greitt í tíðindaskrivi.

Fleiri uppskot hava verið í løgtinginum seinastu árini um at kanna prísstøðið í Føroyum.

Ikki rætt endurgivið

- Í fjølmiðlunum í gjár kom fram, at handilsvinnan og Vinnuhúsið í Vinnunevndini hava peikað á prísstøðið á øðrum vørum umframt avgjaldspolitikkin hjá landinum sum orsøkina til, at prísstøðið er ov høgt. Hetta er ikki rætt endurgivið. Høga prísstøðið í Føroyum kemst ikki av, at tað eru hægri prísir á olju og el í Føroyum enn í Danmark, sum samanborið verður við, sigur Tummas Hanus Dam.

- Sjónarmiðið hjá Handilsvinnuni er sera greitt. Avgjaldspolitikkurin hjá landinum eigur ein stóran part av orsøkini til, at prísstøðið í Føroyum er hægri enn í Danmark, sum samanborið verður við. Handilsvinnan heldur tí, at fokus eigur at verða sett á avgjaldspolitikkin, heldur formaðurin í Handilsvinnufelagnum.

Onnur viðurskifti ávirka eisini

- Sjálvandi hava onnur viðurskifti eisini týdning fyri prísstøðið. Hetta er t.d. frástøðan frá meginlandinum og flutningur, stórar goymslur orsakað av frástøðuni, umframt at tað í Føroyum eru størri kapitalkostnaðir í handilsvinnuni í mun til íbúgvaratal enn í londunum samanborið verður við.

- Hetta eru viðurskifti, sum trupult er at gera nakað við, uttan at tað gongur út yvir tænastustøðið frá handilsvinnuni til kundarnar. Sæð í mun til fólkatalið í Føroyum og umsetningin í handilsvinnuni her, so høvdu 3-5 handlar verið nóg mikið fyri at nøkta eftirspurningin á marknaðinum, men tað hevði merkt, at fólk mugu koyra langa leið fyri at keypa inn, og tað kostar eisini, sigur Tummas Hanus Dam, formaður í Handilsvinnufelagnum.

© Terji Dalsgaard - Sandoyarportalurin
Mest lisið