Møtirøðin hjá Skopunar Missiónshús avlýst

26-01-2012 14.48.56

Tað kann koma uppá tal at verkfall verður lýst og tá verður Teistin lagdur


Vetrarstevnan ella møtirøðin sum missiónshúsið skuldi skipa fyri í vikuskiftinum eru avlýst, tí ógreið viðurskiftir eru á arbeiðsmarknaðinum. Finna partarnir sum samráðast ikki eina loysn skjótt verður uttan iva lýst verkfall og tá verður Teistin lagdur.

 

Nógv fremmandafólk skuldu tala á møtinum og tí hevur stýrið avlýst hesir møtir. Sunnukvøldið verður kortini vanliga møti í missiónshúsinum.


© Terji Dalsgaard - Sandportalurin