Meinigheitshúsið nýggjan formann
Í vikuni var stýrisfundur, har leiðslan í Meinigheitshúsinum valdi nýggjan formann
Eftir fleiri ár á postinum sum formaður, hevur Sverri Steinhólm valt at fara frá sum formaður. Sverri fer tó ikki úr stýrinum, men heldur fram sum annar næstformaður í formansskapinum. Nýggji formaðurin er Jógvan Garðsá. Jógvan er 34 ára gamal og giftur við Mariu. Tey eiga trý børn. Jógvan hevur longu sitið í stýrinum í nøkur ár og hevur m.a. virka sum formaður í ungdómsnevndini skrivar netsíðan hjá Meinigheitshúsinum.
©
Terji Dalsgaard - Sandportalurin
| |
|
Ongin vinningur skrásettur
|
|
| |
01.01.2012 |
| Hvørt SMSi kostar 10 krónur |
| | | | | | | | | |