Í dag klokkan 17 syngur Betesdakórið á Deplinum, Skálavík
Kórið telur útvið 70 sangarar, og á ferðini hesaferð liggur talið um 50-60 sangarar og leikarar.
Tíðindaskriv:
Sunnudagin 5. februar fær Sandoyggin vitjan av Betesdakórinum úr Klaksvík. Nógvir einstaklingar og sangbólkar úr Klaksvík hava vitjað oynna til møti millum ár og dag, men hetta er fyrstu ferð, at Betesdakórið leggur leiðina hendavegin.
Betesdakórið hevur verið eitt virkið kór í útvið eina øld. Í oktober í ár fylti kórið 85 ár. Tað var stovnað í 1926 við endamálinum at stuðla samkomusanginum í Betesda. Hetta sigur okkum, at Betesdakórið er elsta virkna kórið í landinum.
Fasti leikluturin hjá kórinum er framvegis at syngja á møtunum sunnukvøld, men eisini hevur kórið verið nógvar útferðir oyggjanna millum, eins og eisini hevur verið vitjað í Danmark, Íslandi, Noreg og Schweiz.
Kórið telur útvið 70 sangarar, og á ferðini hesaferð liggur talið um 50-60 sangarar og leikarar.
Sangúrvalið spennir frá traditionellum sálmum a capella til lættan gospelsang við orkestri, og verða sangirnir eisini krydraðir við solo-, duet- og triosangi. Úrvalið er bæði týddir sangir eins og fleiri sangir bæði í orðum og tónum hava sín uppruna í kórinum. Kórleiðarar eru Árni Jacobsen og Torkil Mørkøre.
Á síni vitjan heldur kórið til í Skeiðsdeplinum Immanuel í Skálavík, og verður skipað fyri einari sangløtu seinnapartin kl. 17.00.
Øll eru hjartaliga væl komin!
©
Terji Dalsgaard - Sandportalurin
| |
|
Ongin vinningur skrásettur í løtuni
|
|
| |
01.03.2012 |
| Hvørt SMSi kostar 10 krónur |
| | | | | | | | | |