TVÆR VIKUR GJØRDUST TÍGGJU ÁR
Seinastu 6 vikurnar hava hjúnini Dorit og Simon Marshall vitja fleiri brødrasamkomur í Føroyum, men tad eru nokk fleiri, sum spyrja hvørji tey eru?
MYND: Dorit og Simon - smílandi og glað
SKRIVAÐ: poul jóhan djurhuus/gjaranes@olivant.fo
Hann er føddur og vaksin upp í býnum Folkstone í Kent í Suður Onglandi, býurin, sum hevur lagt rygg til undirsjóartunnilin millum Ongland og Frankaríki. Dorit er vaksin upp í lítlu bygdini Vatnsoyrum í Vágum. Hon er dóttur Kirstin og Hans Elmar Poulsen, sum stovnaðu og drivu Vindeygavirki í Vatnsoyrum í mong ár.
Dorit vaks upp í einum systkinaflokki upp á 6 - tvær systrar og tríggir brøður, meðan Simon eigur bert tann eina bróðurin og onga systur.
Lívsleiðin hjá Dorit og Simon bær saman í 1980, tá bæði vóru næmingar á Bíbliuskúlanum GLO í Motherwell, sum liggur í Skotlandi, har fleiri føroyskir ungdómar hava verið á bíbliuskúla. Í dag eitur skúlin Tilsley College, og liggur á sama stað og somu adressu, í Skotska býnum Motherwell, sum hann gjørdi tað í 1980.
Tey vórðu trúlovað í 1982 og giftust í 1984. Árið eftir komu tey til Føroyar at vitja familjuna í Vatnsoyrum. Tey høvdu ferðaseðil av landinum tvær vikur seinni, tá tey ætlaðu sær aftur til Onglands, har Simon vónaði at fáa arbeiði og har tey ætlaðu at seta búgv; men tad var ikki so lætt at fáa arbeiði í Onglandi.
2 VIKUR BLIVU TIL 10 ÁR
Meðan tey vóru í Føroyum, so legði Dorit seg í telefonina at ringja til ymisk arbeiðspláss í Føroyum at søkja um arbeiði til mannin. Simon sigur, at Dorit ringdi til eitt virkið, sum hon helt hevði brúk fyri einum starvsfólki, ið tosaði enskt; men av tí at Simon, um tað mundi, ikki hevði nøktandi kunnleika til føroyskt og danskt, so varð hetta ein forðing fyri, at hann kundi fáa arbeiði - men telefonsamtalan hjá Dorit um arbeiði til mannin, førdi til, at tað varð hon, sum fekk arbeiði.
Tey gjørdu tí av at verða í Føroyum í tvey ár, so kundi Simon læra seg føroyskt og gerast meiri kunningur við Føroysk viðuskifti og føroyska mentan. Hann fekk arbeiði á Hotel Hafnia, men longu eftir 6 mánaðum var boð eftir honum í studentaskúlanum við Gøtugjógv, sum lærari í enskum og fronskum – har treivst hann so væl, at hann kom at starvast heili 10 ár sum lærari í Studentaskúlanum við Gøtugjógv – steðgurin í Føroyum, sum skuldi vara í 2 vikur gjørdist til 10 ár.
Tey siga, at hetta vórðu 10 góð ár og honum dámdi væl arbeiði, starvsfólkið og næmingarnar við Gøtugjógv. Hetta tíðarskeidi búðu tey í Sundalagnum har tey eisini áttu egin hús. Hann starvaðist i studentaskúlanum frá 1986 til 1995.
Í dag tosar og skrivar Simon føroyskt og hevur gott tak á føroysku mállæruni, men tá hann prædikar á møtum í Føroyum, fyritrekkir hann at gera tað á enskum við tulki.
Tey eiga børnini, Robert og Kristinu. Tey eru bæði gift og búgva í Exeter í Devon í Suður Onglandi. Dorit og Simon siga, at enn eru eingi barnabørn.
KALL TIL GUDFRØÐI
Sum 18 ára gamal fór hann heimani, og hann fór at lesa á Portsmouth University, har hann læs frankst og enskt, og tók endaligu royndina í 1985 - men hansara kall og størsta ynski er at undirvísa í Gudfrøði. Tí fór hann seinni at lesa Gudfrøði á Trinity College í tídarskeiðinum 1998 til 2000, og seinastu tvey árini hevur hann lisið fjarlestur á Trinity College, har hann hevur fyrireika seg til eina Masterútbúgving í Gudfrøði, hvørs høvuðsuppgávu hann hevur arbeitt við, nú tey hava verið í Føroyum um høgtíðina. Trinity College er ein partur av tí høgt metta Bristol University.
FERÐAST VÍÐA Í TÆNASTUNI
Tá Simon gavst við Gøtugjógv var tiðin komin hjá Dorit og Simon at flyta aðrastaðni. Tey fóru tað longu leiðina til India, har tey kom at starvast á kristna kostskúlanum Hebron School, sum er ein skúli fyri trúboðarabørn frá forskúlaaldri og upp til 19 ár. Tey vóru í India frá 1995 – 1998, tá tey fluttu til Exeter í Devon í Onglandi, har Simon virkaði sum pastorur í 8 ár í samkomuni Beacon Health Church.
TIL PRAGUE
Eftir 8 ár í Exeter gekk leiðin til kenda og søguliga býin Prague í fyrrverandi Tjekkoslovakia, nú Tjekkia. Tey fluttu til Prague í januar í 2009. Har hava tey virkað í eini altjóða kirkju/samkomu, við fólki frá 40 ymiskum londum. Her hevði Simon tað stóru gleði at virka sum elsti saman við beiggja sínum Trevor, sum er trý ár yngri. Teir hava ikki verið í somu samkomu, síðani Simon fór heimani fyri 31 árum síðani.
Simon og Dorit, saman við góðum samverkafólki, høvdu eitt ynski at seta á stovn ein altjóða bíbliuskúla í Prague, men av ymiskum orsøkum lat hetta seg ikki gera.
Undirritaði var, saman við soninum Billy og Hans Jakku á Lava, og vitjaði tey í heimi teirra í Prague fyri tveimum árum síðani, ávegis heim úr Rumenia. Eitt hugnaligt og gestablítt Tjekkiskt/Enskt/Føroyskt heim í Eystur-Europeiska fyrrverandi komunistiska býnum Prague.
HAR TEY BYRJAÐU
Árið 2011, meðan tey enn vóru í Prague, gjørdist eitt leitandi ár, har tey søktu eftir vilja Guds, um tey skuldu verða verðandi í Prague ella fara aðrastaðni at virka. Á sumri í 2011 vóru tey á eini altjóða missiónsstevnu í Strasbourg í Frankaríki. Har vóru 480 luttakarar frá 90 ymiskum londum. Har møttu tey umboðum frá Tilsley College í Motherwell í Skotlandi, har Dorit og Simon møttust á fyrsta sinni.
Meðan tey vóru á altjóða missiónsstevnuni í Strasbourg og nutu samfelagið vid umboðini frá Tilsley College, føddist tankin og kallið at taka upp undirvísingartænastuna á skúlanum. Í oktober í fjør fluttu tey úr Prague, og í februar í ár flyta tey til Motherwell, har Dorit kemur at arbeiða á skrivstovuni á skúlanum og Simon kemur at undirvísa í Gudfrøði. Tey koma at búgva í Motherwell, har tey fara at leita sær eftir einum húsum.
Tilsley er ein lítil bibliuskúli við bert 16 næmingaplássum. Skúlin er ein partur av Missiónsfelagsskapinum Gospel Literature Outreach (GLO). Tríggir føroyingar eru á skúlanum nú, ein av Viðareiði og tveir úr Klaksvík. Jógvan Zachariassen, frá samkomuni Lívdin, er ofta har og undirvísir sum gestalærari.
Ein kann siga, at ringrásin er komin runt, tí har, sum tey møttust á fyrsta sinni sum ungir næmingar, eru tey nú komin aftur sum leiðarar. Dorit og Simon eru í seinnu helvt av fjørutiárunum. Tey hava verið í Føroyum í seks vikur, har tey hava vitjað fleiri samkomur. Hava búð í Hvalvík, har foreldrini hjá Dorit eiga eina hús.
Dorit og Simon eru ikki á nøkrum lønarlista, men verða stuðlað av sjálvbodnum gávum frá einstaklingum og samkomum.
Um onkur ynskir at fáa teirra tíðindabræv ella at hoyra frá teimum persónliga, so er møguleiki at seta seg í samband við tey á henda hátt: T-postur: bluemaruti@googlemail.com ella heimasíðan: www.icpstudycentre.cz ella www.svedec.wordpress.com Um onkur vil vita meiri um Tilsley College og GLO, ber til at fara inn á hesar heimasíður: www.tilsleycollege.com ella www.glo-europe.org
Tey fara úr Føroyum hósdagin í næstu viku, tá leiðin gongur til familjuna í Onglandi - Harrin signi Dorit og Simon Marshall í teirra nýggja kalli á Tilsley College í Motherwell, har tey møttust á fyrsta sinni.
©
Poul Jóhan Djurhuus - Sandportalurin
| |
|
Ongin vinningur skrásettur í løtuni
|
|
| |
01.03.2012 |
| Hvørt SMSi kostar 10 krónur |
| | | | | | | | | |