Tvær ferðir til Ísraels
|
05-08-2012 14.00.00
|
  
 
viðmerkingar
|
|
Hevur tú ikki enn gjørt dreymin um at fara til Ísraels til veruleika, so er møguleikin nú.
Tvær ferðir eru at velja millum. Ein til Ísraels, Jordan og Sinai í oktober og ein páskaferð til Ísraels næsta ár.
Ferð til Ísraels, Jordan og Sinai
Ferðin til Ísraels, Jordan og Sinai verður 18. – 30. oktober 2012.
Á hesi ferð upplivir ein tey heilagu og søguligu støðini í Ísrael, sum ein hevur hoyrt og lisið um í Bíbliuni, sum til dømis Jerúsalem, Betlehem, Genesaretvatnið, Nasaret, Deyðahavið og Massada.
Sum nakað serstakt á hesi ferðini, verður eisini vitjað í Jordan. Har verður millum annað farið niðan á Nebofjall, haðani Móses sá inn í tað lovaða landið. Vitjað verður eisini í tí heilt ótrúliga spennandi og søguliga kenda býnum Petra, sum fyri nøkrum árum síðani varð valdur at vera eitt av heimsins sjey undurverkum!
Í Ísrael verður eisini vitjað í Jeriko og í Negev oyðimørk eins og í feriubýnum Eilat, sum liggur við Reyðahavið. Tey, ið hava hug til tað, hava eisini møguleika at fara til Sinai og upp á Sinaifjall, har Móses fekk tey 10 boðini.
Ein ferð bæði fyri tey, ið hava verið í Ísrael áður, og fyri tey, ið fara fyrstu ferð.
Enn eru nøkur fá pláss eftir. Tekningarfreistin er 6. juli.
Frants Jensen, blaðstjóri á Trúboðanum, og Uni Næs, dómpróstur, ið báðir hava verið ofta í Ísrael, eru ferðaleiðarar.
Páskaferð
Næsta ferðin verður á páskum 2013, frá umleið 21. mars til 1. apríl. Tá verður vitjað á kendum bíbilskum støðum, millum annað við Genesaretvatnið, í Kapernaum, í Nasaret og í Betlehem.
Farið verður eisini til heimsins lægsta stað, Deyðahavið, har ein kann flóta á vatninum. Eisini verður farið niðan á fjallaborgina Masada, har jødiskir frælsisstríðsmenn mannliga í ár 73 stríddust móti rómverjum.
Sjálvandi verður eisini farið til Jerúsalems, har ein frá Oljufjallinum sær tað vakra útsýnið yvir Gamla býin. Gingið verður líðingarvegin ‘Via Dolorosa’, har Jesus eisini gekk einar aðrar páskir. Vitjað verður eisini á Golgataheygnum og ein sær ta tómu grøvina. Ein sleppur soleiðis at uppliva einar heilt aðrar páskir, enn ein er vanur við. Men hinvegin einar páskir júst á staðnum, har páskirnar byrjaðu.
Stutt sagt ber til at ganga og at sigla í Jesu fótasporum.
Tað er sera vakurt og grønt í Ísrael um várið, og heilt víst ein tann vakrasta árstíðin, ein kann uppliva í Ísrael.
Á ferðunum eru eisini frídagar, har ein kann slappa av, handla ella fáa okkurt eyka upplivilsi.
Frants Jensen, blaðstjóri á Trúboðanum, verður ferðaleiðari.
Meira kunning
Meira kunning um ferðirnar fæst frá ferðaleiðarunum og sæst eisini á www.israel.fo.
©
- Sandportalurin
| |
|
Ongin vinningur skrásettur
|
|
| - |
|
| Hvørt SMSi kostar 15 krónur |
| | | | | | | | | |