Trúboðari í 20 ár
Á møti í Leirvíkar missiónshúsið leygarkvøldið varð Regin Høgnesen heiðraður, tí hann hevur verið trúboðari hjá Heimamissiónini í 20 ár. Sí filmsupptøku niðanfyri
Myndin: Arni og Regin á einum møti á Sandi
Nógv fólk var á møti leygarkvøldið, tá ið Regin Høgnesen (til høgru á myndini) talaði, og Bethaniakórið sang, og mong nýttu høvið til at avleggja ein vitnisburð. Aftur hesa ferð var borðreitt við einum góðum drekkamunni.
Ímóti endanum á møtinum handaði Vagn Foldbo Regini Høgnsen blómur frá missiónshúsinum í samband við, at Regin hevur verið trúðboðari hjá Heimamissiónini í 20 ár
©
Terji Dalsgaard - Sandportalurin
| |
|
Ongin vinningur skrásettur í løtuni
|
|
| |
01.03.2012 |
| Hvørt SMSi kostar 10 krónur |
| | | | | | | | | |