Táið Gud gevur upp
|
28-07-2012 18.51.03
|
  
 
viðmerkingar
|
|
Í 2.Pætursbrævið kap 2 vers 14 lesa vit um slík sum hava "eyguni full av hori og eru hvíluleys í synd".....ikki
bert eru tey ómettandi í síni seksuellu tráan, men tey fáa ikki rættiliga notið hana heldur, tí at tey eru "hvíluleys í synd"(gr.txt)
Óli Nicodemussen, skrivar
Hví? tí at syndin mettar ikki, og friður Guds hvílir heldur ikki yvir henni.
"......heidningarnir liva í tómleika sinnis síns. Tí teir eru blindaðir í hugsan síni og gjørdir lívi Guds fremmandir. Hetta stendst av vankunnleikanum, sum teir liva í, av tí at hjarta teirra er forherðað. Teir hava jú kensluleysir givið seg upp til skammloysi, so teir í havisjúku dríva alla óreinsku....."
Efesus 4:17 – 19
Vit hava júst verið vitnið til eina skrúðgongu í Tórshavn hjá sodomittum og teirra sympatisørum, og hvat æt so skrúgongan? jú, PRIDE, STOLTLEIKI, og hví man hon eita tað?
hjá Esaias lesa vit í kap. 3:9
"Andlitsbragd teirra talar – og vitnar ímóti teimum, og sum fólkið í Sodoma tosa tey opinlýst um synd sína, tey dylja hana ikki. Vei sálum teirra, tey stoyta sær sjálvum í vanlukku!"
At homoseksuel eru syndarar, og ikki liva upp til Guds standard, er ikki nakað forgjørt í - eingin av okkum livir upp til Guds standard.
Men tað, sum ger hesa syndina so øðrvísi enn aðrar syndir (eisini aðrar seksuellar syndir) er, at nú er tað ikki bara satan, ið freistar, og arvasyndin, sum ger vart við seg, men her er tað Gud sjálvur, sum blakar frá sær og gevur menniskjuni upp til teirra egna villfarilsi - Hann tekur hondina undan teimum, og letur tey søkka undir teirra egnu vekt, og har er botnloysi....
Tað, sum ger, at menniskja í heila tikið er ført fyri at umvenda seg er, at Heilagi Andin virkar í teimum eina "sorg til umvending....sorg eftir sinnalagi Guds" (2.Kor 7:9) soleiðis, at menniskja vendir sær frá síni synd og til Kristus Jesus. Tað kemur meiri enn so fyri, at einstakir kynsvillingar, sum syrgja um sína synd, koma til trúgv og blíva frelstir - Gud "unnir teimum umvending, so tey koma at kenna sannleikan" (2.Tim 2:25).
Men táið syndarin er komin so langt út, at hann ikki bara er líkaglaður um sína synd, men beinleiðis stoltur av henni, so mugu vit bara konstantera, at Gud hevur givið syndaran upp til sín egna undirgang. Enn eru vit ikki komin hartil, at Gud hevur givið Føroyar sum tjóð upp, men vit slíta uppá Hansara langmóð við ikki sum tjóð at taka frástøðu frá tiltøkum har, ið sodomittar og teirra viðhaldsmenn gera vart við sín stoltleika yvir at standa Gudi ímóti.......
PRIDE ! vorðið sum stoltleiki, at "seta heiður sín í skomm sína," Filippi 3:19
"Tí vreiði Guds verður opinberað av Himli yvir alt gudloysi og alla órættvísi menniskja, sum við órættvísi kúga sannleikan. Tað, sum vitast kann um Gud, liggur teimum jú opið; Gud hevur gjørt teimum tað opinbert. Ósjónliga vera Hansara, bæði æviga kraft og guddómleiki Hansara, sæst frá skapan heimsins; tað skilst av verkum Hansara; tey hava tí onga avsakan. Tí hóast tey kendu Gud, ærdu tey Hann ikki sum Gud og takkaðu Honum ikki, men vórðu fáfongd í hugsanum sínum, og í dárahjarta teirra gjørdist myrkt. Meðan tey róstu sær av at vera vís, vórðu tey dárar og skiftu dýrd hins ódeyðiliga Guds um við mynd, ið líktist deyðiligum menniskja og fuglum, fýrføttum dýrum og skriðdýrum. Tí gav Gud tey eisini upp í hjartans lystir teirra til óreinsku, til at vanæra likam síni hvørt við øðrum. Tey høvdu jú skift sannleika Guds um við lygn og ærdu og dýrkaðu skapningin fram um skaparan, Hann, sum hálovaður er í allar ævir. Amen. Tí gav Gud tey upp til vanærandi lystir: Kvinnur teirra skiftu hin náttúrliga umgangin um við tann, sum er ímóti náttúruni; og somuleiðis hildu eisini menninir uppat við hinum náttúrliga umganginum við kvinnuna og brendu í lysti sínum hvør eftir øðrum, so at menn drivu skemdarverk við monnum – og fingu á sær sjálvum lønina fyri villu sína – sum rætt var. Og sum tey hildu tað einki vera vert at hava kunnskapin um Gud, so gav eisini Gud tey upp til sinni, ið einki er vert, til at gera tað, sum ósømiligt er : – fylt upp av alskyns órættvísi, ilsku, havisjúku, óndskapi; tey eru full av øvund, morði, klandri, sviki, rangvørgum sinni; tey eru oyrnatutl, baktalarar, gudhatarar, yvirgangskroppar, hugmóðig, geiparar, duga væl at finna upp ilt, foreldrum ólýðin, skilaleys, trúleys, kærleiksleys, miskunnarleys.
[...síðsta versið er um viðhaldsfólkið hjá sodomittunum...]
Og tóat tey kenna rættvísa dóm Guds, at tey, sum slíkt gera, eru deyðasek, gera tey tað kortini ikki bert, men halda eisini við teimum, sum gera tað." (Róm 1:18 – 1:32)
Í Rómbrævinum kap. 1 frá vers 18-19 síggja vit ein niðurgangandi spiral, sum byrjar við, at menniskjuni uppgeva kunnskapin um SKAPARAN og kúga tann sannleikan, sum tey hóast alt kenna um Hann, og síðan endar tað við, at Gud gevur menniskjuni upp, og tá er einki, sum heldur aftur - menniskjuni fara at rokna seg millum dýrini, og síðani fella tey niður um tey - er tað ikki nokk so sigandi, at sodomittarnir, sum royna at argumentera fyri at kynsvillan hjá teimum er "náttúrlig", vísa til at hetta forfallið finst millum dýrini eisini...
Fer so Gud at døma føroysku tjóðina fyri hennara góðtøku av homoseksuelliteti ?
Nei!, tað at Gud er í ferð við at lata homoseksualitet verða góðtiknan sum normalan, ER GUDS DÓMUR yvir eina tjóð, sum er í ferð við at vraka kunnskapin um Hann, sum skapti menniskja í Síni mynd, og í staðinfyri rokna seg at vera komnan av dýrunum.......
Vit eru ikki komin so langt enn, at tað ikki vendist, men um darwinistar framvegis og áhaldandi sleppa at plága prædikustólarnar í føroysku samkomunum, so verður tað neyvan meiri enn eitt til tvey ættarlig inntil sodomittarnir standa har eisini og læra sítt "evangelium"
Mín útpurring til samkomuleiðslurnar í føroyum: „Vakna, tú, ið svevur, og rís upp frá hinum deyðu, so skal Kristus lýsa tær!“ (Efesus 5:14)
Óli Nicodemussen
http://on@oli-nic.com
www.on.fo
©
- Sandportalurin
| |
|
Ongin vinningur skrásettur
|
|
| - |
|
| Hvørt SMSi kostar 15 krónur |
| | | | | | | | | |