Skagerakmøtini í Hirtshals
|
03-07-2012 14.32.11
|
  
 
viðmerkingar
|
|
30 ára jubileum í ár
Mynd: Levi og Rógvi í Hirtshals í morgun
Skrivað: Poul Jóhan Djurhuus/gjaranes@olivant.fo
Í samband við, at føroysku Skagerakmøtini á Nótaverkstaðnum í Hirtshals runda 30 ár í ár, hevur Levi Joensen vitjað í Hirtshals seinastu tvær vikurnar. Sonur hansara, Rógvi, hevur eisini vitjað á hesum leiðum seinastu dagarnar. Teir hava vitjað fólk í býnum, og eisini verið við til øll møtini á Malta.
Fyrsta møti á Nótaverkstaðnum í summar var seinasta hóskvøld 28. juni. Fitt av fólki var á møti, og Levi og Rógvi talaðu báðir. Møtini eru annaðhvørt hóskvøld í skúlafrítíðini. Levi varð spurdur á møtinum, hví tey vórðu kallaði Skagerakmøtini. Levi greiðir soleiðis frá:
“Um tað tíðina, fyri uml. 30 árum síðani, var tað eitt serligt fiskaslag, sum varð fiska í Skagerakkinum um summari. Fiskitíðin var stutt og prísurin var góður. Tá komu nógvir føroyskir bátar at fiska í Skagerakkinum og tað varð avreitt í Hirtshals. Tað kundu liggja fleiri bátar við 10-12 føroyingum umborð og bíða eftir at sleppa at landa í Hirtshals, og eg var ein av hesum fiskimonnunum."
"Tá eg sá mínar landsmenn á sjónum fara í land um kvøldarnar, hugsaði eg, at nú hevði verið gott um teir høvdu okkurt møti at fari til. Tí spurdi eg um at sleppa at brúka kantinuna á Nótaverkstaðnum Cosmos Trawl at halda møtir í. Fekk kantinuna og eisini loyvi at brúka kaffimaskinuna. Eg kallaði møtini við tí, fyri fiskimenninar, sera hóskandi navninum “Skagerakmøtini.”
Navnið hevur hingið við øll hesi árini, og í dag, 30 ár seinni, verða møtini framvegis hildin á sama stað og í somu kantinu á Nótaverkstaðnum Cosmos Trawl, sum liggur á somu adressu í havnini í Hirtshals – Notkajen 2, Østhavnen, Hirtshals.
Møtini verða hildin á føroyskum. Tað eru bert fýra møtir í alt, og tað fyrsta hevur longu verið, so tað eru bert trý møtir eftir. Ikki missa nakað av hesum møtum! Øll eru hjartaliga vælkomin. Ein drekkamuður er altið eftir møti, og tá er eisini høvið at heilsa upp á hvønn annan, og kanska hitta ein landsmann ein ikki hevur sæð leingi. Føroyingar, sum eru í summarfrí í Hirtshals ella aðrastaðni í Norður Jyllandi eru serliga vælkomnir. Sigið øðrum frá hesum møtum!
Um onkur vil vita meiri, er ein vælkomin at seta seg í samband við Malta, tlf: 98944370 ella +298 228314 ella gjaranes@olivant.fo
Møtitíðirnar á Skagerakmøtunum eru fylgjandi:
Hóskvøldið 12. juli kl.19.30
Hóskvøldið 26. juli kl.19.30
Hóskvøldið 9. august kl.19.30
©
- Sandportalurin
| |
|
Ongin vinningur skrásettur
|
|
| - |
|
| Hvørt SMSi kostar 15 krónur |
| | | | | | | | | |