45 ár í missiónstænastu
|
17-07-2012 22.30.00
|
  
 
viðmerkingar
|
|
Óluva Laksá av Hellunum var ikki fylt 25 ár, tá ið hon fór til Bangladesj sum trúboðari.
Har upplivdi hon millum annað ógvusliga vatnflóð og borgarakríggj, men eisini, hvussu Gud á undurfullan hátt hevur leitt, og hvussu kirkjan er vaksin. Nú 45 ár seinni livir hon eina pensjónistatilveru í Kristiansand í Norra, men missiónsarbeiðið fyllir framvegis nógv
Orð og mynd: Frants Jensen
– Nú taki eg tað eitt sindur meira róligt, men eg eri framvegis við í ymiskum virksemi í Oddernes meinigheit í Kristiansand, sigur Óluva.
Trúboðin hittir Óluvu í barnaheiminum á Hellunum. Tað var eisini har, trúboðaratankin føddist í henni, og seinni á bíbliuskúla í Norra gjørdist so livandi, at hon segði ja til at fara út til Bangladesj sum trúboðari.
– Eg hevði eitt kall at fara út í tænastu, sigur Óluva.
Og soleiðis varð tað, at lítla bygdin Hellurnar fostraði ein trúboðara, sum var við til at bróta upp úr nýggjum, tá ið hugsað verður um føroyska útimissiónssøgu.
Í nýggjari tíð var tað bara Elsa Jacobsen úr Gøtu, ið var farin út, áðrenn hana sum heidningamissionerur, sum tað tá varð kallað. Elsa fór út í 1960, og í 1967 fór Óluva út og í 1969 fór Kaja Nemuel út, og seinni eru onnur løgst afturat bæði innan fólkakirkjuna og samkomur.
Les alla samrøðuna við Óluvu Laksá í Trúboðanum nr. 14, sum kom út, 11. juli, og fæst til keyps kring landið.
©
- Sandportalurin
| |
|
Ongin vinningur skrásettur
|
|
| - |
|
| Hvørt SMSi kostar 15 krónur |
| | | | | | | | | |