Í vikuskiftinum skipar Skopunar Missiónshús fyri eini møtirøð
Fríggjakvøldið syngur Sandoyar Manskór
Í vikuskiftinum fer Skopunar Missiónshús at skipa fyri eini møtirøð, sum verður hildin í bygdarhúsinum Samljóð. Samkoman hevur fingið fleiri talarar norðan og sunnanfjørðs eins og góðar sangkreftir kom at luttaka
Og fríggjakvøldið klokkan 19 verður lagt fyri og tá fara gestirnir Martin og Eydis at tala og Manskórið syngur.
Skráin fyri kvøldini sæst HER
Virkin samkoma
Tað kann ikki sigast annað enn at Skopunar Missiónshús er ein sera virkin samkoma. Nærum hvørt kvøld í vikuni er tiltøk í húsinum. Hvørt týskvøld er ungdómsmøti, eins og hvørt mikukvøld er bøn og bíbliutímar og hóskvøld koma kvinnurnar saman til sokallað bindimøti og so tey vanligu sunnukvøldsmøtini og ikki at gloyma sunnudagsskúlan. Eisini skipar samkoman fyri ymsum møtistevnum, ið verða hildin gjøgnum vikuskifti nakrar ferðir um árið.
Góð leiðsla er lyklaorðið
Tað ræður um at hava góða leiðslu og tær fortreytir hevur Skopunar Missiónshús, sum eisini vísir í verki tey mongu tiltøkini í húsinum nærum hvønn dag í vikuni. Virkandi formaður í Skopunar Missiónshús eitur Jógvan Lamhauge og hini kenna vit tíanverri ikki í skrivandi løtu
©
Terji Dalsgaard - Sandportalurin
| |
|
Ongin vinningur skrásettur í løtuni
|
|
| |
01.03.2012 |
| Hvørt SMSi kostar 10 krónur |
| | | | | | | | | |