Sandu Sundar Singh flættaði ofta hendingar úr lívi sínum inn í talurnar
Einaferð hann prædikaði út frá tekstinum: tann, ið missir lív sítt skal bjarga tí, segði hann frá einari av ferðum sínum
John S. Myllhamar:
- Tað var ein kaldan kavadag hann gekk upp um eitt fjall í Thibet. Við á ferðini var ein thibetanskur ferðamaður. Teir vóru báðir nærum deyðir í kulda og væntaðu ikki at bera boð í bý. Brádliga gingu teir seg fram á ein mann, sum lá í einari djúpa kloyvu í fjallinum. Hann tyktist nærum deyður. Sundar helt at teir skuldu bera hann á eitt tryggari stað, men hin ferðamaðurin vildi ikki hjálpa til, hann helt at teir høvdu nóg mikið við sjálvir at koma vegin fram. Tí fór hann sín veg.
Sundar baksaðist nú einsamallur við mannin, sum hann við mikið knoss fekk upp á bakið og fór undir at bera.
Skjótt fekk hann hita í kroppin av at bera hesa tungu byrði, og hitin fór víðari til mannin, hann hevði á herðunum. Eftir at hava gingið eitt fitt petti, gekk hann seg fram á thibetanska fylgisneyta sín. Hesin lá nú deyður og kaldur á vegnum. Tá ið Sundar náddi fram til landsbygdina, var hálvdeyði maðurin, hann bar á herðunum, komin eitt sindur fyri seg aftur og teir takkaðu nú báðir Guði fyri lívið.
Tann, ið bjargar lívi sínum skal missa tað, men tann, ið missir lív sítt fyri mínar sakir, skal vinna tað, segði Jesus. Orðini kunnu ljóða sum tað reina møsn, tí skuldi tað ikki verið øvut?
Útsøgnin snýr seg um, at tann, sum heldur fast í sítt egna, ikki fær meira av at halda fast, men faktisk missir. Tankin er, at sjálvsøkni, sum liggur í at elska lív sítt, ger, at ein als ikki luttekur í lívinum, so at hildið verður fast við tað, men tvørturímóti fer framvið tí. Ein krøkir seg í tað ella ger seg til harra yvi tí.
Vága vit at síggja lívið á tann hátt, sum Sundar Singh gjørdi tora vit at missa okkum sjálv, tá lovar evangeliið, at vit varðveita tað. Amen!
John S. Myllhamar
©
Terji Dalsgaard - Sandportalurin
| |
|
Ongin vinningur skrásettur í løtuni
|
|
| |
01.03.2012 |
| Hvørt SMSi kostar 10 krónur |
| | | | | | | | | |