Ikki alt vit skilja

27-01-2012 22.30.00

Eitt av orðum Paulusar kann vera trupult at góðtaka: - Vit vita at allir lutir samvirka til góða hjá teimum, ið elska Guð


- Allir lutir, eisini mótburður og vónbrot, ja, sjálvt pína og sjúka, sum læknavísindin enn stendur hjálparleys yvirfyri. Ikki, at alt hetta - kemur frá Guði -. Tað illa - og harvið alt tað, sum ger at vit hava ilt  - kom so avgjørt ikki inn í heimin frá Guði; men so stórur er hann, so víttfevnandi eru ætlanir hansara við okkum, at sjálvt tað megnar hann at brúka til besta fyri okkum. Paulus sjálvur noyddist eisini gjøgnum bæði likamligar og sálarligar líðingar; og fleiri ferðir bað hann um at vera loystur frá tí breki, hann hevði og sum hann helt foraði honum í hansara stóra og umfatandi arbeiði. Men svarið frá

 

Guð var hvørjaferð: - Náði mín er tær nóg mikið; tí at mátturin verður fullkomin í máttloysi -.

 

Løgið at lesa um tey, ið høvdu størsta týðning gjøgnum kirkjusøguna, og síggja, hvussu nógv tey noyddust ígjøgnum - kanska høvdu tey gjørst hástór, og harvið nyttuleys í tænastuni

 

 

Royndirnar, Paulus var ígjøgnum, standa fastar, at Guðs máttur vísir seg sterkast, tá ið vit sjálv eru veikast.

 

Tí sannroynd kunnu mong kristin taka undir við, at tað í var svárast í lívi teirra, vísti seg at gerast teimum til størstu signing, við tað, at tey hvørja ferð lærdu eitt sindur meira av tí trupla fyrisetningi: at líta á Guð og hann aleina. Tá fingu tey at eiga nakað av tí friði, sum ber av øllum viti, og friður og gleði vunnu á øllum mismóti. Amen!

 

John S. Myllhamar

 


© Terji Dalsgaard - Sandportalurin