Framtíðarútlit
Tilstandurin eftir burturrykkingina
Mynd: World Trade Center - tá heimurin broyttist
Skrivað: Poul Jóhan Djurhuus/gjaranes@olivant,fo
Tað kemur so sterkt til mín, tá eg síggi og hoyri tíðindafloymin í dagsins fjølmiðlum, hvussu ræðuligt og vónleyst tað verður, fyri tað einstaka menniskja at standa eftir, tá Jesus hevur verið og tikið sítt endurloysta fólk til Himmals.
Burturrykkingin er ein veruleiki, ið liggur fyri framman, og sum er tað einasta, ið ger, at ein endurloystur syndari kann gleða seg til framtíðina, sum í menniskjans høpi er óloysiliga ótrygg – Frelsarin og Kongurin kemur! Kanska í dag! 1. Tess.4,13-18v.
TÍÐINDAFLOYMURIN
Tá vit fylgja við í altjóða tíðindasendingunum, tá síggja vit við okkara egnu eygum ræðuleikarnar, sum fara fram í hesum døgum, og sum sýnist at vinda meiri og meiri upp á seg:
Náttúruvanlukkur við ókendum dimensjónum; jarðskjálvtar, flóðaldur, eldgos, turkur og hungursneyð við ósæddum menniskjansligum lægnum, so sum milliónir av heimleysum menniskjum og hjálparleysum børnum, sum hungrandi reika um í vónloysi og leita eftir foreldrum sínum.
Terroratsóknir frá vælskipaðum bólkum, stundum stuðlaðir av landsmyndugleikum, sum ikki halda seg aftur at nýta sjálvmorð til tess at náa síni mál. Terrorhóttanir fylla gerandislívið við stúran og ræðslu. Hetta síggja vit best, tá vit fara út at ferðast, hvussu trygdareftirlitini á flogvøllunum stjelur meiri og meirir av okkara tíð – ræðslan hevur longu lagt sítt myrka skýggj yvir stóran part av heiminum!
Fólkahatur og krígshóttanir leggja síni dapru skýggj yvir partar av heiminum.
Einaræðisharrar við markleysari maktgyrnd, sum kúga og drepa sítt egna fólk, sum skríggjandi og grátandi flýggja frá heimi og vinum um fremmand landamørk, har óvissan um sín egna samleika ger sína miskunnarleysu innrás djúpt inn í teirra allareiða so myrku sál.
Kriminalitetur lúrir við gøtuhornini, har rán og morð er dagligur kostur, og enntá fólkarán.
Óndskapurin floymir sum eini flóðalda yvir mannaættina í dag, og hann knúsar og sorlar alt tað trygga og góða, og vit standa eftir, spyrjandi og ørkymlaði.
SKUGGARNIR GERAST VERULEIKI
Í øllum hesum ráðaloysinum royna myndugleikar við løgreglu og militeri, og altjóða stovnar sum Sameindu Tjóðirnar, ST, av øllum alvi at fáa stýr upp á lógloysis- og Gudloysisbylgjuna, men uttan nøktandi úrslit.
Tað, sum vit síggja fara fram í dag eru skuggar av teirri trongdartíð, sum skal koma yvir heimin, og sum vit lesa um í Opinberingsbókini, seinasta bókin í bíbliuni.
Op.4,1v.
Síðani fekk eg at síggja dyr vera latnar upp í Himli, og hin røddin, sum eg frammanundan hevði hoyrt tala til mín - eins og ljóð av lúðuri - segði við meg: "Kom upp higar, so skal Eg vísa tær tað, sum hereftir fer at henda!"
Tá tað kann vera so ringt í dag, hvussu verður tað ikki, eftir at Jesus hevur tikið síni endurloystu børn til Himmals!?
Tá byrjar ein trongdartíð, har myrkursins óndu kreftir fáa ókendar leysar teymar, og dómar Guds vilja heimsøkja tjóðirnar. Guds fólk og Heilagi Andi Guds eru flutt burt av jørðini, og tí vil tað ónda koma í hæddina í hesum døgum.
Óndskapurin, sum vit uppliva í dag, vil í trongdartíðini leggja sítt globala veingjabreiði yvir alla jørðina, og menniskjan skal leita og rópa eftir Gudi og Guds orði, men tá verður náðinsevangelium ikki at hoyra á jørðini soleiðis sum tað hevur verið at hoyra hesi seinastu 2000 árini, og menniskjur, høg og lá, skula leita niðan í fjøllini at goyma seg í fjallahellum, og enntá rópa eftir deyðanum um at fría tey út, Op.6,15-17v.
HVAT KANN TÚ GERA?
Tað verður stak óhugaligt at ganga eftir á jørðini, tá Jesus hevur tikið sítt fólk til Himmals. Men í dag er frelsudagurin, júst nú er hin lagaliga løtan at venda tær til Frelsaran og fáa persónliga lut í endurloysingini, sum hann vann tær við offurdeyða sínum á Golgata, tá hann við blóði sínum bøtti fyri alla synd tína.
1.Jóhs.br.2,2v:
Jesus er bót fyri syndir okkara – og ikki bert okkara, men eisini fyri syndir als heimsins.”
Tað, sum tú eigur at gera er, at tú inn fyri Guds ásjón, har tú er staddur júst nú, játtar í trúgv, at Jesus hevur tikið burtur alla tína synd; tá roknar Gud trúgv tína tær til rættvísi, tí sonur hansara doyði fyri misbrot tíni og reistur upp til tína rættvísi, Róm.4,25v.
Tá eigur tú ein bústað heima hjá Gudi í Himli, tí her á jørðini er ikki nakað verðandi stað! Ver til reiðar, tá Jesus kemur – kanska í dag!
©
Poul Jóhan Djurhuus - Sandportalurin
| |
|
Ongin vinningur skrásettur í løtuni
|
|
| |
01.03.2012 |
| Hvørt SMSi kostar 10 krónur |
| | | | | | | | | |