At øvunda

22-01-2012 23.15.00

-... kærleikin øvundar ikki ...-, skrivar Paulus til Korintmenn


John S. Myllhamar:

 

Vit siga, at sinnisstøðan kemur til sjóndar í teimum ymisku farvinum í andliti okkara. Vit gerast reyð, rodna av skomm ella, tá ið vit gerast foy.

 

Vit gerast blá í kulda. Vit gerast bleik (hvít) av sjúku. Vit gerast korkareyð av øði og vit gerast grøn av misunnilsi og øvund.

 

Øvund er, tá ið eitt menniskja ikki unnir einum øðrum tað, ið tað hevur og sum ein sjálvur ikki eigur. Kjarnin í øvundini er, at eg ikki orki at eitt annað menniskja skal hava tað betri enn eg á onkrum øki í lívinum. Rótin til øvund er væntandi kærleiki.

 

Hjá mongum verður øvundin hildin loynd. Eg kann øvunda sjálvt besta vini mínum og enntá ynskja at tað ikki gongst honum betri enn mær. Tí hevur ein tikið soleiðis til: -Selv i din beste vens ulykke, er det noget, der fryder dig -. Sig bara: tað er ikki satt. Vit ynskja nokk til lukku við nýggja starvinum, við nýggja bilinum, við vinninginum í Gekkinum o.s.fr. Men innast inni gleðast vit ikki um tað. Har inni forsyndast vit, at tað ikki vóru vit sjálv, ið fingu hetta, og gleðin um at tað gekk øðrum væl er bara ein fasada.

 

Øvund kann eisini snúgva seg um, hvussu lívið heppnaðist hjá øðrum, at tey hava gott arbeiði, at tey tjena meira enn eg, at tað gongst teirra børnum betri enn mínum, at tey hava fleiri vinir enn eg, at tey duga betri at finna upp á enn eg, at tey hava betri útsjónd, hava skemtingarsamari lyndi og eru intellegentari enn eg. og at tað vóru tey og ikki eg, sum settu okkurt í verk.

 

Á hvønn hátt øvundin annars ger vart við seg, so er hon ein tjóvur. Hvat er tað øvundin stjelur? Hon stjelur okkara takksemi, gleði og nøgdsemi.

 

Næmingurin gleðist um sín hampiliga miðalkarakter til royndina, inntil vinur hansara  kemur og fortelur, at hann hevur fingið eitt hægri tal. Tá er ikki sjáldan, at ónøgdin ger vart við seg, gleðin fánar, hóast ein sjálvandi ikki letur nakran merkja tað. Ella gleðin yvir góðu møblarnar ein eigur, inntil ein sær, at grannin ella vinirnir hava eitt sindur fínari sofu og stólar.

 

Øvundin er ikki bara ein neilig kensla yvirfyri einum øðrum menniskja, hon stjelur takksemi um tað, ið skaparin hevur givið okkum.

 

Øvund ger lív okkara fátækt bæði andaligt og mentalt.

 

Vit vinna á øvundini við at takka fyri allar góðar gávur, vit fingu, eisini tá ið tær tykjast okkum minnið samanborið við tað, ið grannin ella vinirnir hava. Tað gerst eisini við at takka fyri tað signing, ið untist næstanum, hóast hon kann tykjast at vera størri enn tann, ið okkum untist.

 

Takksemi og øvund trívast ikki saman. Amen!

 

John S. Myllhamar

 


© Terji Dalsgaard - Sandportalurin