Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




At elska









Tit skulu elska hvør annan; líkasum eg havi elskað tykkum, soleiðis skulu eisini tit elska hvør annan. (Jóhs. 13. 34)

Tørvurin eftir kærleika og menniskjaligum hita er stórur í okkara kenslukalda heimi. Eisini nútíðar menniskju bera uppá ein stóran tørv eftir kærleika. Tey hungra eftir persónligum áhugamálum og umsorgan, eftir einum sindri av blíðskapi, eftir einum brævi, eini heilsan, sum vísur, at tey hava týdning fyri einum ella øðrum. Og tá ið sjúka og sorg vitjar, so er tað vist einki, sum kann ugga meira enn ektaður kærleiki. Av øllum tí, sum vit kunnu geva til og gera fyri hvønn annan, kann einki setast í staðin fyri kærleikan!

Einki boð dømir okkum so hart, sum boðið um tann fullkomna kærleikan. Og eingin sannleiki treingir so djúpt niður, sum júst hesin. Tað sáldar ikki bert míni orð og gerðir, men eisini rótina í míni sál. Tað sáldar hvørja grund fyri hvørji hugsan og kenslum, hvørjum orði og gerð.

Jesusar boð um fullkomnan kærleika handlar ikki bert um útihýsan av øllum neiligum í okkum, men tað umfatar eisini tað jaliga í okkara áskoðan, bæði á Gud og menniskju. Ikki bert til nøkur fá menniskju, men til øll! Og her koma vit í eina álvarsliga støðu. Tí, tá vit kanna okkara dagligu gerðir, tá síggja vit, at vit ikki hava kærleika. Vit kunnu ikki av egnari megi elska Gud yvir allar lutir og elska okkara næsta eins og okkum sjálvi.

Í okkum sjálvum finna vit ikki nakran íblástur til at elska okkara næsta, í hvussu so er ikki nokk. Íblásturin, tilstuðlan og kelduna til at elska hvønn annan, finna vit við at liva í Guds óbroytiliga kærleika. Hygg uppá Kristi kærleika. Verð verandi síðu um síðu við Hann, sum elskaði okkum fyrst, og tú vilt verða førur fyri at elska onnur, uttan mismun , uttan meting.

Tann størsta eydnan er ikki at hava ella at fáa, men bert í at geva. Tað størsta hjá okkum menniskjum er sjálvsøkin kærleiki.

Í okkara kalda heimi, hevur tað eina góða og stóra ávirkan at vera saman við menniskjum, ið hava eitt heitt hjarta og milt lyndi, og sum í kærleika vísir persónliga umsorgan fyri okkum. Eiga vit so ikki eisini at víst sama mildni yvirfyri øðrum menniskjum.

© Terji Dalsgaard - Sandoyarportalurin
Mest lisið