Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Annfinnur er nú formaður í Skipara og Navigatørfelag





Á aðalfundi hjá Skipara- og Navigatørfelag - 29. desember 2014 - stóðu seks nevndarlimir fyri vali. Fýra teirra stillaðu ikki uppaftur - teirra millum Eyðstein Djurhuus, sum hevur verið formaður í fleiri ár.

Nývaldur formaður er Annfinnur Garðalíð; hann hevur í fleiri ár verið nevndarlimur, og seinasta árið næstformaður. Hann hevur tí gott innlit í virksemi felagsins. Næstformaður er nú Elias Zachariassen.

Annfinnur Garðalíð  sigur at hann verður avloystur skjótast gjørligt; tað hevur stóran týdning, tí fleiri sáttmálasamráðingar liggja fyri framman.

Teir ið nú manna nevndina eru: Annfinnur Garðalíð, Elias Zachariassen, Ellindur Abrahamsen, Leivur Christiansen, Ólavur Biskopstøð, Andrias Højgaard og Kristin Friis.

Nývaldir í nevndina eru Niels Nielsen, Annfinn Fagraklett, Jan Haldansen og Svenning Borg.

Kelda: Skipara- og Navigatørfelag

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Mest lisið