Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Altjóða kappingin á aliøkinum verður hørð í framtíðini





Tíðindaskriv frá Vinnulívsráðnum í Klaksvík:

Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, var vertur fyri netverksfundinum hjá Vinnulívsráðnum í Klaksvík. Fyritøkan, sum komandi ár hevur 50 ár á baki hevur upplivað alt tað, sum ein vinnulívsfyritøka fer ígjøgnum, til nú at vera serstakliga áhugaverd ikki bara her heima, men ikki minni í altjóða høpi

Mánadagin í seinastu viku hevði Vinnulívsráðið í Klaksvík aftur netverksfund á Hotel Klaksvík, har Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, var vertur. Hann greiddi frá fyritøkuni, søguni, gongdini, altjóða kappingini, framtíðarútlitunum og millum annað, hvussu umráðandi tað er, at viðurskiftini og karmarnir eru støðugir og ikki minst kappingarførir.

Uppmøtingin var sum vera mann sera góð, har allarflestu fyritøkurnar í ráðnum vóru umboðaðar eini 50-60 fólk í tali.

Fyritøkan hevur komandi ár 50 ár á baki, og er farin ígjøgnum upp- og niðurgongdir, sum vanligt er fyri vinnulívið og ikki minst hesi árini í Føroyum, har heilar 63 alifyritøkur vóru í 1989, sum ídag eru tríggjar íalt. Seinastu árini hevur menningin verið so mikið góð, at ikki bara her heima, men í altjóða høpi hevur Bakkafrost skapt áhuga og respekt.

Góðskan er betrað

Áhugavert var tí at hoyra stjóran greiða frá gongdini har hann m.a. vísti á, at hóast tøkan av laksi seinastu fimm árini hevur verið lutfalsliga støðug við í meðal eini 45.000 tons árliga, so er rættiliga meiri komið burturúr, og av teirri orsøk, at avlop hevur verið, hava stórar íløgur verið gjørdar, sum aftur hevur við sær, at góðskan er betrað, marknaðarnir hevur nógv arbeiði verið lagt í, tí teir eru sjálvandi skiftandi. Tað er so nógv, sum spælir inn. Her liggur eitt risaarbeiði í og tí er umráðandi, at framleiðslan kann fylgjast frá kelking og út til kundan. Hetta er eisini ein dyggur táttur í eini støðugari gongd og gevur leveringstrygd við ábyrgd og áliti.

Longri á landi og styttri á sjógvi

Eisini greiddi hann frá smoltstøðini á Strond, sum kom at gera, at fiskurin kom at svimja longri í støðunum á landi og soleiðis verður alitíðin styttri á sjógvi. – Hann sá fyri sær, at helst fleiri størri smoltstøðir komu í framtíðini. Hetta er ein stór íløga – eini 650 mió. krónur.

Hann kom eisini inn á harðnandi kappingar sum koma at verða bæði úr Kina og USA, har teir komu at fremja stórar (gigastórar, sum hann tók til) altistøðir á landi. Hesir hava ein heimamarknað – kanska upp ímóti 2 mia. kundar og tí er stutt frá framleiðslu til kundan, sum kann verða ein stórur fyrimunur hjá teimum.

Tí er tað av stórum týdningi, at karmarnir um føroysku alivinnuna verða kappingarførir eisini í framtíðini. Tað, at góðir karmar eru lagdir fyri føroysku alivinnuna síðstu nógvu árini, hevur millum annað viðført, at føroysk alivinna hevur ment seg innan hesar karmar og klárar seg væl í altjóða kapping í dag – eisini tá tað kemur til at tiltrekkja kapital til íløgur.

Spurningar trutu ikki

Hendan framløgan hjá Regini Jacobsen, var ein sera víðfevnd áhugaverd framløga fyri Vinnulísvfólki í ráðnum . Hesin tímin gekk sera skjótt.

Eisini kann leggjast afturat, at spurningarnir frá áhoyrarunum trutu sjálvandi ikki aftaná hesa serstøku framløgu.

Upplýsingar annars um P/f Bakkafrost fyritøkuna sum heild ber til at síggja á heimasíðuni: www.bakkafrost.com

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Mest lisið