Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




Ætlað bygnaðarbroyting skapar ótta





Leiðararnir á dagstovnaøkinum í Tórshavnar Kommunu vita ikki, um teir eru keyptir ella seldir, nú kommunan knappliga boðar frá, at hon fer at seta í verk broytingar í leiðslubygnaðinum á dagstovnaøkinum. Tilgongdin til broytingarnar byrjaði fyri tveimum árum síðani, men leiðararnir og Pedagogfelagið vóru sannførdu um, at ætlanirnar vóru sleptar.

”Hetta er als ikki í lagi. Tórshavnar Kommuna hevur í fleiri ár tosað um at broyta leiðslubygnaðin á dagstovnaøkinum, men onki er hent. Øll hildu, at hesar ætlanirnar vóru sleptar, og tí kemur tað sum ein bumba, at broytingarnar knappliga skulu setast í verk nærum uttan fyrireiking.” Tað sigur Joan Midjord, forkvinna í leiðararáðnum hjá Pedagogfelagnum, nú Tórshavnar Kommuna knappliga hevur boðað frá umfatandi bygnaðarbroyting á dagstovnaøkinum at seta í verk at kalla beinanvegin.

Óttafullir leiðarar

Hósdagin hevði Pedagogfelagið kallað allar leiðarar og varaleiðarar á dagstovnaøkinum í Tórshavnar Kommunu til fund í hølunum hjá Føroya Arbeiðarafelag, har kunning og kjak var um støðuna. Eyðsýnt var, at flestu leiðararnir eru óttafullir um framtíðina, tí lagnan hjá teimum flestu av teimum hongur í leysum lofti. Og varaleiðararnir hava longu fingið at vita, at teir allir samlir verða uppsagdir úr varaleiðarastørvunum, men við møguleika at halda fram sum vanligir námsfrøðingar. Í stuttum gongur nýskipanarætlanin hjá Tórshavnar Kommunu út uppá at skipa dagstovnaøkið í kommununi í fýra økisstovnar – tríggjar fyri dagstovnaøkið og ein fyri frítíðarskúla/ungdómsøkið – við hvør sínum økisleiðara. Í tí sambandi skulu allar normeringar og normeringslyklar eisini endurskoðast.

Færri leiðarar Økisleiðarin skal bæði hava fakliga og fyrisitingarliga leiðslu, millum annað ábyrgdina av starvsfólkunum. Á sjálvum stovnunum verður ein námsfrøðiligur leiðari, sum vísir til økisleiðaran, men varaleiðarastørvini verða øll tikin av. Á dagstovnum við færri enn 80 børnum, skal leiðarin arbeiða 15 tímar sum námsfrøðingur á stovunum, og verður sostatt leiðari eina løtu og vanligt námsfrøðiligt starvsfólk eina løtu. Umframt hetta skal gerast ein heildarætlan fyri bygningarnar á dagstovnaøkinum í Tórshavnar Kommunu við tí fyri eyga at samanleggja stovnar og skapa størri eindir. ”Tað er ilt at ímynda sær eina slíka ætlan framda í verki, uttan at núverandi talið av dagstovnaleiðarum eisini skal minka. Men ongin veit, hvør so skal út. Tað er ein sera keðilig støða at seta leiðararnar í, tí tað elvir beinanvegin til eina fjalda innanhýsis kapping, har ongin torir at siga nakað av ótta fyri at enda fremst í røðini, tá leiðarar skulu sigast upp”, sigur Joan Midjord. Hon undirstrikar tó, at tað er sera týdningarmikið, at leiðararnir tora at traðka fram mótvegis kommununi og siga sína hugsan um ætlaðu broytingarnar.

Illir og ørkymlaðir Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum, er skelkað av framferðini hjá Tórshavnar Kommunu og kann ikki góðtaka støðuna. ”Eg veit, at nógvir leiðarar og varaleiðarar í kommununi eru sera illir, og allir eru sjálvsagt sera ørkymlaðir. Innitrivini í arbeiðsstøðuna hjá tí einstaka leiðaranum og varaleiðaranum eru eisini so stór, at tey eru at meta sum uppsagnir, áðrenn Tórshavnar kommuna kann seta hesa ætlanina í verk. Hetta verður løgfrøðiliga kannað í løtuni, sigur hon. Tíðarleisturin hjá Tórshavnar Kommunu sigur annars, at farið verður undir ítøkiligu bygnaðarbroytingina í hesum mánaðinum, og at økisleiðarastørvini skulu leysast leys longu í næsta mánaða. ”Men bara tað at lýsa nýggj størv leys krevur eina flokking, og har er Pedagogfelagið beinleiðis partur”, sigur forkvinnan í Pedagogfelagnum.

Undir lágmarkinum Maud Wang Hansen heldur alla tilgongdina til bygnaðarbroytingina vera undir alt lágmark. Tá ætlanin um økisleiðslubygnað fyrstu ferð varð sett út í kortið fyri tveimum árum síðani, var ein arbeiðsbólkur settur, har dagstovnaleiðarar eisini vórðu umboðaðir. Men ongin verulig hoyring hevur verið millum stovnsleiðararnar ella hjá Pedagogfelagnum. ”Alt arbeiðið steðgaði eisini upp tá, og ongin av okkum væntaði, at tað fór at vakt til lívs aftur í hesum líkinum. Hvussu hetta er viðgjørt, ella hvør hevur tikið lut í viðgerðini, veit eg ikki, men teir býráðspolitikarar, eg havi tosað við, tykjast lítið og onki kenna til hetta málið”, sigur hon.

Øvugt raðfylgja Umframt stóru bygnaðarbroytingina ætlar Tórshavnar Kommuna nú eisini at orða ein barna- og ungdómspolitikk fyri námsfrøðiliga økið. ”Tað kann eg bara fegnast um, men tilgongdin má sigast at vera rættiliga øvugt. Tað rætta var sjálvsagt, at kommunan fyrst orðaði ein politikk fyri tað námsfrøðiliga økið, áðrenn hon fór í holtur við fullkomiliga at endavenda alt økið, meðan leiðslur og starvsfólk kenna seg hanga í leysum lofti og ikki vita, hvussu teirra starvsstøða sær út um nakrar vikur ella mánaðir”, sigur Maud Wang Hansen. ”Tað er torført at arbeiða visjonert og orða nýggjar politikkir, við einari tignarligari lækking av leiðarunum og møguligari uppsøgn hangandi yvir høvdinum, tað átti kommunan at skilt. Eg vil heita á foreldraráðini um eisini at taka støðuna upp og gera sær metingar av avleiðingunum av ætlaðu broytingunum í Tórshavnar kommunu”, sigur hon.

 

© Sandportal - Sandoyarportalurin
Mest lisið