Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




2,4 mió. kr. til politiska upplýsing





 

Studningurin á løgtingsfíggjarlógini næsta ár til politiskt virksemi og upplýsing verður óbroytt, 2,4 mió. kr.

Sambært uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2014 verður upphæddin eisini tann sama í 2015 og 2016.

Sambært løgtingslóg frá 2003 um fíggjarligan stuðul til politiskt virksemi og politiska upplýsing, er endamálið við játtanini at styrkja politiska arbeiðið og politiska upplýsing við at veita fíggjarligan stuðul, sum kann verða nýttur til at reka politiskar flokkar og til politiska virksemi teirra.

Upphæddin verður býtt millum flokkar og uttanflokkatingmenn eftir atkvøðutali seinasta løgtingsval. Peningurin kann m.a. verða nýttur til at reka politiskar flokkar, skeið- og fundarvirksemi og blaðútgávu í hesum sambandi.

Studningurin verður útgoldin mánaðarliga. Grundarlagið undir útgjaldinum er grannskoðaður roknskapur fyri undanfarna roknskaparár, fíggjarætlan fyri inniverandi ár og endamálið við stuðulsupphæddini.

© Terji Dalsgaard - Sandoyarportalurin
Mest lisið