Nýggjastu greinar
Viðkomandi greinar
Tekstlýsingar

Billett.fo

Billett.fo ger tað lættari fyri teg og tínir kundar. Sel tínar billettir online við billett.fo. www.billett.fo  

Heimasíður frá Appnet

Nemt og skjótt Massar av hentleikum Tú kan rætta tekstin meðan tú sær hann. Heimasíður frá Apppnet www.appnet.fo




17 Sangarar til Sveits











Hósdagin 18. juli gongur leiðin hjá 17 Sangarum til Sveits, higar kórið er boðið at syngja tvey kvøld.

Í 19 ára longu søguni hjá kórinum, eru gjørdar fleiri uttanlandaferðir, har tey hava vitjað í Íslandi, Noregi, Svøríki og Danmark. Hesi londini hava verið vitjað meiri enn einaferð. Eisini hava tey vitjað Skotland.

Umframt hesar vitjanir, hevur kórið sungið við mong høvi í Føroyum, og eisini kom ein fløga út seinast í 1990unum við teimum, “17 Sangarar – 17 sangir”, sum varð væl seld.

Fyri 9 árum síðani vitjaði kórið Sveits fyrstu ferð, har tey vóru boðin at undirhalda á frítíðarhotellinum Brenscino í Brissago í Suðursveits.

Í Samband við at hotellið í ár fyllir 100 ár, er kórið boðið aftur at syngja har tvey kvøld. Úrvalið verður blandaður norðurlendskur kórsangur, onkur týskur sangur og síðani soloir, duettir og onkur trio.

Ikki so løgið, so telur kórið 17 fólk við kórleiðaranum Jógvan við Keldu og pianistinum Pætur við Keldu, sum eisini syngur við í a capella sangum.

© Terji Dalsgaard - Sandoyarportalurin
Mest lisið